13 prosent fleiri børn fødd í fjør

676 børn fødd á Landssjúkrahúsinum í 2016 og 6 á Suðuroyar Sjúkrahúsi

676 børn fødd á Landssjúkrahúsinum í 2016 og 6 á Suðuroyar Sjúkrahúsi

 

 

Í fjør vóru 676 børn fødd á Landssjúkrahúsinum. Harav vóru sjey føðingar av tvíburðum.

 

Føðideildin hevði mest at gera í juli og august, har ávikavist 72 og 70 føðingar vóru.

 

Sostatt eru 77 børn fleiri fødd á Landssjúkrahúsinum í 2016 í mun til árið fyri, tá 599 børn vóru fødd á Landssjúkrahúsinum.

 

Fyrsta barnið, sum varð føtt í ár, var sonur Súsonnu Annfinnsdóttir Crooks og Andrew Crooks úr Kaldbak. Tað er siðvenja í Miðlahúsinum at vitja ársins fyrsta føroying, ot tað hevur Súsanna hoyrt nógv um, at hon ivaleyst fór at enda í blaðnum, tá barnið kom í verðina, tí hon varð sett at eiga 1. januar.

 

Umframt tey 676 børnini, sum sóu dagsins ljós á Landssjúkrahúsinum í fjør, so vórðu seks børn fødd á Suðuroyar Sjúkrahúsi í fjør.