Í gjár vórðu 1045 koronu-kanningar gjørdar, og burtur úr hesum kanningum eru staðfestir tilsamans 13 nýggir tilburðir.
Sambært korona.fo er samlaða talið av smittaðum í løtuni 79, 404 fólk eru í sóttarhaldi, og eingin er innlagdur við koronu.
Av teimum 13 tilburðunum seinasta samdøgrið, eru tólv smittað í Føroyum, og smittukeldan er kend.
Ein er staðfestur positivur við kanning fimm dagar eftir komu til Føroya.











