Tøl hjá danska telestýrinum vísa, at danir hava ongantíð verið so raskir at samskifta við sms-boðum sum í fjør Rætt er tað, at nýtslan minkaði eitt sindur í seina hálvári, men hóast tað sendu danir 12.826.000.000 sms-boð í 2008.
Tað var 7,6 prosent meiri enn í 2007 og merkir, at í meðal sendi hvør dani meiri enn 2.300 sms-boð í 2008 ella meiri enn seks í meðal um dagin.
Telestýrið hevur eisini kannað, hvør er raskastur við sms-boðum. Tann kanningin vísir, at fólk, sum eru eldri enn 50, sendu færri enn 10 sms-boð um vikuna, meðan fólk í aldrinum millum 20 og 29 ár sendu meiri enn 70 sms-boð um vikuna.