Ókendir gerningsmenn settu í nátt eld á 13 løgreglubilar, sum stóðu uttan fyri løgregluskúlan í Brøndby. Løgreglan sigur, at ein maður í grannalagnum ringdi til løgregluna og segði frá, at tríggir bilar, sum stóðu við løgregluskúlan, stóðu í ljósum loga. Áðrenn løgreglan kom á staðið, hevði eldurin breitt seg til 10 aðrar bilar.
Tað vísti seg, at gerningsmenninir høvdu eisini roynt at festa í nakrar ruskspannir inni í sjálvum bygninginum.
Løgreglan í Keypmannahavn dugir ikki at siga, hvussu gerningsmenninir settu eld á bilarnar. Fólk í grannalangum siga seg heldur ikki hava sæð nakað óvanligt undan eldsbrunanum.










