13. kvøld dansa kóparnir

Mynd: Ingi Sørensen

Í annaðkvøld er tann 6. januar, eisini nevnt 13. kvøld.

 

Og tað er ymiskt, ið knýtir seg at hesum. Eitt er føroyskur dansur. Annað er, at mong meta, at hetta er dagurin, tá jólaprýðið skal takast niður, og jólatræið skal út.

 

Og so sigur søgnin eisini, at 13. kvøld koma kópar upp á Helluna at dansa.

 

Á Norðya Kunningastovu hava tey loftað hesum, og skriva soleiðis á facebook:

 

13. kvøld, og nú koma kóparnir upp at dansa á helluni í Mikladali. Man hendan kópakonan eisini trína dansin?

 

Um onkur fer oman har at lúra, sig okkum so frá hvussu leikur fer. Vit eru nógv sum eru forvitin.

 

Mynd: Ingi Sørensen