Heili 13 herverk vóru um vikuskiftið. Tey flestu vóru í Havn, men eisini aðrastaðni í landinum vóru herverk. Tað ógvusligasta var bilurin, ið varð skotin, men 12 onnur vóru eisini. Líka frá skøvaðum bilum, til knústar rútar.
- Tað er so øgiliga dýrt, tá bilar verða brotnir, tað loypir beinanvegin upp á fleiri 1000 krónur, og tað vísir seg, at tað upp á seg er øgiliga nógv herverk í Føroyum, sigur vakthavandi.
Stóri trupulleikin við herverkinum er, at tað er ofta, at sera fáir møguleikar eru at finna gerningsfólkini.