13 hava nú meldað

Kanningararbeiðið í málinum um meldaða føroyska kommunulæknan er nú komið somikið áleiðis, at málið er sent danska heilsustýrinum

Kringvarpið visti í kvøld at siga, at málið um føroyska føroyska kommunulæknan, sum er ákærdur fyri kynsligan ágang í samband við undirlívskanningar, nú er vaksið í vavi. Síðani málið kom fram í juli mánaði í fjør, hava fleiri kvinnur gjørt vart við seg, og nú eru tær 13, sum hava meldað kommunulæknan, sigur Kringvarpið.

 

Við Kringvarpið sigur Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini, at kanningararbeiðið nú er liðugt, og at avhoyringar av læknanum og kvinnunum í næstum verða sendar danska heilsustýrinum. Her skal metast, um undirlívskanningarnar eru gjørdar á rættan hátt, ella um talan er um kynsligan ágang.

 

Læknin er í løtuni suspenderaður úr sínum starvi. Hann vísir skuldsetingunum um kynsligan ágang aftur.