TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Jesse Lingard hjá Manchester United bróta eitt bann, sum hevur hingið, sum ein tungur skuggi yvir Manchester United hetta kappingarárið.
Áðrenn dystin í gjárakvøldið ímóti Stoke City hevði Manchester United spælt 12 fyrra hálvleikar á heimavøllinum Old Trafford uttan at skora.
Í 13. minutti í tí 13. heimadystinum eydnaðist tað Jesse Lingard við einum flúgvandi stútara at bróta ringu gongdina Manchester United hevur havt í fyrra hálvleiki á heimavølli í longri tíð.










