Í síðstu viku varð próvhandan í Skúlanum við Streymin. 13 mans fingu handað prógv fyri at hava staðið dugnaskapsroyndina fyri skjóttgangandi bátar upp til 20 tons.
- Hetta er fyrstu ferð, at frítíðarundirvísingin í Sunda kommunu bjóðar dugnaskapsroyndina fram sum lærugrein. Undirtøkan hevur verið so góð, at eitt skeið verður aftur í heyst.
Tað sigur Sunda kommuna í dag, og samstundis nýta tey høvi at ynskja øllum teimum 13 tillukku við prógvnum, sum frítíðarsiglararnir nú hava fingið.