Hevur tú eina snildtelefon, so nýtist tær ikki longur at ivast í, hvussu orð stavast, tí fært tú allar tær 13 orðabøkurnar hjá Sprotanum sum app til tína snildtelefon.
Í appini eru 10 orðabøkur millum føroyskt og onnur mál umframt tríggjar føroyskar orðabøkur.
Appin kann heintast til iPhone og iPad vð at TRÝSTA HERhttp://m.sprotin.fo/ og til Android VIÐ AT TRÝSTA HER
Sniðið er einfalt og lætt at nýta. Funkur, sum eru í netorðabókunum, eru eisini í appini, t.d. føroysk bendingasnið til flestøll føroysk leitorð, tú kanst leggja orð í tín yndislista, deila orð á sosialu miðlunum og samskifta við tann, sum varðar av orðabókini, sum tú ert í.
Appin er á føroyskum og enskum.
Appin er ókeypis at brúka til 1.1.2014.