13 føroyskar orðabøkur í lumman

Sprotin ger nú sítt til at hava føroyskar orðabøkur á teimum eindum, sum fólk nýta.

Hvørt mansbarn hevur teldil ella sniltelefon, og Sprotin ger nú sítt til at hava føroyskar orðabøkur á teimum eindum, sum fólk nýta. Tað nýggjasta er, at netorðabøkurnar á sprotin.fo fáast nú sum app. Hevur tú teldil ella snildtelefon, er tað nógv fittligari at brúka appina heldur enn vanligan internetkaga.

 

Í appini eru 10 orðabøkur millum føroyskt og onnur mál umframt 3 føroyskar orðabøkur. Samheitaorðabókin er júst løgd inn, so nú eru fleiri enn 600.000 leitorð í orðabókaskipanini.

 

Sniðið í appini er einfalt og lætt at nýta. Funkur, sum eru í netorðabókunum, eru eisini í appini, t.d. føroysk bendingasnið til flestøll føroysk leitorð, tú kanst deila orð á sosialu miðlunum og samskifta við tann, sum varðar av orðabókini, sum tú ert í.

 

Appin er á føroyskum og enskum.

 

Appin er ókeypis at brúka til ársskiftið.