13 fingið livrabruna av dadlum frá Rema1000

Enn er ógreitt, um dadlurnar eisini eru seldar í Føroyum

13 fólk hava fingið Hepatitis A, eisini nevnt livrabruna, eftir at hava etið dadlur úr Iran, keyptar í Rema 1000, upplýsir danska Fødevarestyrelsen.

 

Dadlurnar eru afturkallaðar eftir fundið. Men Statens Seruminstitut (SI) væntar, at tað blíva fleiri sjúklingar enn hesir 13.

 

Orsøkin er, at tað kunnu ganga upp til fýra vikur frá at tú hevur etið smittaðu dadlurnar til ein møguliga gerst sjúkur av Hepatitis A.

 

Um tú hevur keypt iranskar dadlur frá Rema 1000, eggjar Fødevarestyrelsen teg ikki at eta tær, fyrr enn tey hava fingið fult yvirlit yvir støðuna.

 

Tey eru í ferð við at gera kanningar og at spora hvørjar sendingar av dadlum, talan er um.

- Vit boða frá, so skjótt vit vita meiri, sigur Fødevarestyrelsen.

 

Sjúkueyðkennini fyri Hepatits A eru fepur, vaml, magapína og diarré, umframt at húðin og eygnahvítin gerast gul. 

 

Nógvir danir, og væntandi fleiri føroyingar, eru koppsettir móti Hepatitis A í samband við uttanlandsferðir, sigur Fødevarestyrelsen.

 

/ritzau/