13 ferðsluóhapp seinasta døgnið

Seinasta samdøgnið hava tilsamans 13 ferðsluóhapp verið í høvuðsstaðarøkinum og kring landið, sum eru fráboðað løgregluni. Talan er í flestu førum um smærri materiellar skaðar - og ikki persónsskaðar. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at hálkan, sum liggur, í ein ávísan mun hevur ávirkað ferðsluna.

- Vit hava skrásett tilsamans 13 ferðsluóhapp seinasta samdøgnið, bæði her í høvuðsstaðarøkinum og kring um landið. Í flestu førum er talan bert um smærri materiellar skaðar - og ikki persónsskaðar.

Vakthavandi sigur, at tað er rættiliga hált um meginpartin av landinum, og tí er skilagott at vera varin og vísa fyrilit í ferðsluni.

Fyrr í dag eftirlýsti løgreglan ein grønan Toyota Corolla við nummarspjaldrinum ML 263, sum varð stolin í Djóna í Geilsgøtu síðstu nátt.

- Men enn hevur eingin gjørt vart við seg, og vit høvdu verið fegin, um fólk, sum halda seg hava sæð bilin, lótu okkum frætta, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Myndin, sum vit prenta saman við hesum tíðindastubbanum, hevur einki við ferðsluóhappini seinasta samdøgnið at gera.