Tá málið kom til atkvøðugreiðslu, vóru bara 20 tingfólk í salinum, hóast 27 fólk vórðu skrivað í gerðabókina fyri at hava verið á fundi.
So meðan tað manglaðu sjey fólk í samgonguni, so var andstøðan ikki stórt frægari, tí í andstøðuni manglaðu seks.
Tað var kortini greitt frammanundan, at málið ikki fór at vinna frama, tí øll samgongan og Poul Michelsen í Framsókn vóru ímóti uppskotinum í mentanarnevndini.
Tey sjey, sum atkvøddu fyri uppskotinum vóru:
Sirið Stenberg, Gunvør Balle, Kristina Háfoss, Høgni Hoydal, Eyðgunn Samuelsen, Henrik Old, Aksel V. Johannesen.
Tey trettan, sum atkvøddu ímóti vóru:
Jógvan á Lakjuni, Jóna Mariusardóttir Mortensen, Alfred Olsen, Reimund Langgaard, Rósa Samuelsen
Eivin Jacobsen, Joen Magnus Rasmussen, Brandur Sandoy
Bjarni Djurholm, Jákup Mikkelsen, Kristianna Winther Poulsen, Jenis av Rana, Edva Jacobsen.
Tey seks, sum sambært gerðabókini ikki vóru til arbeiðis hendan dagin, vóru:
Bill Justinussen, Hanus Samró, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Rodmundur Nielsen, Poul Michelsen og Mikkjal Sørensen.
Og tey fýra, sum sambært gerðabókini vóru til arbeiðis hendan dagin, men sum ikki vóru í tingsalinum, tá atkvøtt var um uppskotið, vóru:
Rigmor Dam, Gerhard Lognberg, Páll á Reynatúgvu, Bjørt Samuelsen.