13 deyð í sjálvmorðsatsókn

13 fólk doyðu, teirra millum tríggir NATO-hermenn, í einari sjálvmorðsatsókn har eysturi í Afghanistan í morgun. Sambært einum talsmanni hjá myndugleikunum var álopið uttan iva ætlað nøkrum NATO-hermonnum, sum vóru á eftirlitsferð í býnum Khost.

Talsmaðurin sigur, at fýra afghanskir løgreglumenn eru millum tey deyðu, og at meiri enn 60 fólk fingu skaða. Reuters skrivar, at sjálvmorðsbumbumaðurin var í afghonskum løgreglubúna.

Hetta er annað álopið á NATO-hermenn ta seinastu vikuna. Í tí fyrra álopinum doyðu tveir hermenn í sunnan fyri Kabul.

NATO hevur umleið 112.000 hermenn í Afghanistan, men teir seinastu útlendsku hermenninir fara haðani innan árslok 2014.