Marius slerdi veruliga navnið hjá sær fast í føroyska tónleikaheiminum, tá hann fyri árum síðani vann føroysku GBOB kappingina. Síðani tá er nógv vatn runnið í ánna, og gamli Marius er ikki til longur, men er blivin erstattaður av einum nýggjum og eldri Marius.
- Eg havi skift nógv stíl síðstu árini. Tíðin sum rokktónleikari var fín og stuttlig, men eg eri vorðin eldri og havi funnið ein nýggjan stíl, sigur Marius.
- Satt at siga eri eg vendur til tann tónleikin, sum eg lurtaði eftir sum barn, tá eg plagdi at lurta eftir babbasa plátum, sigur Marius og sipar m.a. til amerikonsku Simon&Garfunkel.
Fyrr í ár var Marius við bólki sínum á tónleikaferð í USA.
- Vit eru ótrúliga væl nøgdir við hana. Upp á 13 dagar spældu vit 15 konsertir. Hæddarpunktið var nokk at spæla í KEXP, sum er ein stór útvarpsstøð í Seattle, sigur Marius.
Marius plagar at vera á G!, og skal hann eisini spæla á spæliplássinum í morgin.
- Eg gleði meg ótrúliga nógv, og eg vænti nógv fólk. Vónandi og væntandi fer tað at vera ein framúrskarandi konsert, sigur Marius.