Tað sær út sum, at persónbilasølan í Føroyum er í afturgongd. Sambært hagtølum frá Bileftirlitinum sæst, at eisini í apríl er innflutningurin minkaður í mun til sama mánað í fjør.
Í apríl mánaði í ár vóru seldir 117 persónbilar móti 155 í fjør. Hetta er ein munur upp á 38 bilar ella umleið 25%.
Í mars í ár vóru seldir 115 bilar móti 132 sama mánað í fjør. Tað er ein munur upp á 17 bilar ella umleið 13%.
Samlaði innflutningurin av persónbilum fyrstu fýra mánaðirnar í ár í mun til fyrstu fýra mánaðirnar í fjør er lækkaður við 13,52%.
Persónbilar fylla sum vera man mest í hagtølunum hjá Bileftirlitinum, men tey vísa eisini eitt nú, at talið av vørubilum í sama tíðarskeiðið er minkað 7,14%, meðan samlaða afturgongdin í bilainnflutninginumer -12,03%.
Fyrstu fýra mánaðirnar í ár eru skrásett 46 prutl.
::::MYNDATEKSTUR:::::
Sambært hagtølunum hjá Bileftirlitinum, so verða ikki eins nógvir nýggir persónbilar at síggja í gøtunum, sum higartil