Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár sløk 95 tons av fiski fyri stívliga 1,2 miljónir krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 13,19 krónur fyri kilo. Størstu einstøku nøgdirnar á marknaðinum vóru toskur, brosma, longa og svartkalvi.
Av toski var mest av støddini toskur 3, góð 12,6 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 14,65 krónur fyri kilo. Sløk 9 tons vóru av toski 2, sum fingu miðalprísin 17,81.
Størstu einstøku nøgdirnar av brosmu vóru í støddini brosma 3, sum fekk miðalprísin 7,12 krónur fyri kilo.
Besti miðalprísur fyri longu var 12,31, sum var fyri 4,3 tons av longu 2.
11,8 tons vóru av svartkalva, og her var miðalprísurin 27,21 krónur fyri kilo.