1290 jólapakkar til skipini

SJÓMANSMISSIÓN Beint undan jólum fóru seinastu jólapakkarnir til sjófólkið umborð á enn eitt føroyskt skip.

Sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen fegnast um góð undirtøkuna og nógvu pakkarnar, sum kvinnurnar í sjómanskvinnuringunum kring landið hava gjørt og latið.

- Íalt komu 1290 jólapakkar inn, greiðir Torleif frá. – Hesir pakkarnir fóru umborð á íalt 113 skip.

Seinastu pakkarnir í ár fóru umborð á vaktarskipið Brimil. Og sum ikki einaferð, vórðu pakkarnir sera væl móttiknir.