Á heimasíðuni hjá Eysturoyar- og Sandoyartunlum ber til at fylgja við hvussu langt ávegis er komið at bora fyri tunnlinum.
Tølini verða dagførd einaferð um vikuna og seinasta dagføring, ið er frá seinastu viku, vísir, at 128 metrar eru boraðir higartil.
Myndin vísir hvussu langt tað er komið higartil. Tann reyða strikan á myndini vísir teir 128 metrarnar, ið eru boraðir av góðum 11.200 metrum.
Byrjað verður at bora á Hvítanesi eftir páskir.
Eftir ætlan skal Eysturoyartunnilin verða liðugur í 2019-20.










