1273 afturat smittað við koronu í Danmark

Talið av innlagdum við covid-19 fall við sjey til 237 fólk, sjálvt um 27 fólk afturat eru innløgd.

1273 fólk afturat eru staðfest smittað við covid-19. Tað vísa dagsins til frá Statens Serum Institutt í Danmark.

Hesa vikuna eru skrásett millum 1195 og 1297 nýggir smittutilburðir um dagin.

Tað eru tilsamans 237 fólk innløgd við covid-19 á donsku sjúkrahúsunum. Tað eru sjey færri enn í gjár – og 30 færri enn mánadagin. Av teimum 237 eru tey 27 innløgd síðani í gjár.

Í dag eru tilsamans 40 av sjúklingunum innlagdir á intensivu deild. 21 av teimum eru í respiratori.

Trý fólk afturat eru deyð við koronu. Tilsamans 781 smittað við covid-19 eru nú deyð tilsamans í Danmark.

/ritzau/