125.000 til Krabbameinsfelagið

Tá tiltakið Føroyar móti Krabba var í Norðurlandahúsinum fyri viku síðan, lovaði Statoil, sum tað tá æt, at 25 oyru av hvørjum seldum litri av brennievni komandi vikuna – tó í minsta lagi 100.000 krónur, skuldu latast Krabbameinsfelagnum. Tann handanin var í dag í samband við navnaskiftið til Effo, og gjørdist talan um ein gávukekk áljóðandi tilsamans 125.000 krónur, sum verða latnar Krabbameinsfelagnum.


- RN