Eitt russiskt rúmdarfar kom í gjár aftur við trimum rúmdarmonnum, sum hava verið á altjóða rúmdarstøðini ISS í samfull 123 samdøgur. Farið setti seg í Kasakhstan.
Umborð vóru teir baðir russararnir Gennady Padalka og Sergei Revin og amerikanarin Joe Acaba.
Teir loystu farð frá rúmdarstøðini einastaðni uppi yvir Kenya, og hálvan fjórða tíma seinni fingu teir aftur fast undir fótin fyri fyrstu ferð í fýra mánaðir.