Um midnáttarleitið visti tv2.no at siga, at seinasta samdøgnið eru 123 nýggir covid-19 tilburðir staðfestir í Noregi. Tá hugt verður yvir tvey tey seinastu samdøgnini, hevur Noreg havt 225 nýggjar smittutilburðir seinastu tveir dagarnar.
Í miðal tekur tað eitt til tvey samdøgur frá tí, at royndirnar eru tiknar, til royndirnar eru greinaðar. Tískil kunnu tølini geva eina misvísandi mynd av støðuni seinastu dagarnar. Tølini byggja soleiðis á, nær royndin er greinað - og ikki, nær hon er tikin.
Fyribils tøl vísa, at tilsamans hava 11.746 fólk í Noregi fingið koronu-smittu. Í løtuni fáa 14 fólk viðgerð á sjúkrahúsi, og higartil eru 264 fólk deyð við covid-19. Deyðstilburðirnir í Noregi eru lutfalsliga fáir í mun til samlaðu smittutølini.