122 milliónir í vinningsbýti

Finansiel Stabilitet, sum loftaði kollsiglda Eik Banka og síðani seldi 70 prosent av bankanum víðari til TF Holding, fær nú fleiri pengar fyri søluna.

Eik Banki rindar 122,5 milliónir krónur í vinningsbýti fyri 2012. Eitt roknskaparár, sum annars gav 77 milliónir krónur í yvirskoti.

- Hetta er avtalað millum eigararnar, TF Holding og Finansiel Stabilitet, sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri.

Eik Banki upplýsir, at útlutingin er partur av keypsavtaluni millum Finansiel Stabilitet og TF-Holding, og verður øll goldin til Finansiel Stabilitet. Á aðalfundi í gjár varð somuleiðis samtykt, at frameftir hava øll partabrøvini í Eik Banka somu rættindi.

2012 er annað roknskaparár hjá ”nýggja” Eik Banka, sum fór á húsagang 30. september 2010. Fyrsta roknskaparár fevndi um 15 mánaðir, frá oktober 2010 til desember 2011. Tá var úrslitið eftir skatt 256 milliónir krónur í undirskoti.

- Fyrsta árið var sera merkt av yvirtøkuni, men eisini árið í fjør var merkt av niðurskrivingum, sigur Súni Schwartz Jacobsen.

Niðurskrivingarnar fyri 2012 eru 61,2 milliónir krónur.

Sambært forstjóranum var 2012 merkt av stórum tillagingum. Bankin stongdi deildir og segði fólki úr starvi.

- Vit eru bara í Føroyum, skulu bara vera í Føroyum og tí skulu vit eisini veita eina góða tænastu í Føroyum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, sum vísir á, at tillagingarnar eru neyðugar fyri at varðveita kappingarførið.

Eik Banki roknar við umleið sama úrsliti í ár sum í fjør, tað vil siga umleið 77 milliónir krónur í yvirskoti.