Um vikuskifitið skipar Mjølnir fyri barna- og ungdómskapping í Klaksvík. Kappingin byrjar fríggjakvøldið og spælt verður bæði leygardagin og sunnudagin í báðum ítróttarhøllunum í Klaksvík.
122 lið hava meldað til kappingina.
Fríggjakvøldið spæla gentur U16 og U19 eins og dreingir U15 og leygardagin spæla gentur U12, U14 og kvinnuunglingar og dreingir U12, U17 og mansunglingar.
Sunnudagin spæla øll flogbørnini frá level 0 til level 3.
Kappingin hevur sera stóran týdning fyri tey ungu, tí vinnarin av kappingini fær eitt pláss í steypafinaluni, sum verður í Havn 24. februar 2018.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Berit Vilhelmsen, fyrireikara í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin í dag.