Tað eru ikki bara innføddir klaksvíkingar, sum byggja í Klaksvíkar kommunu, og nú fer kommunan at varpa ljós á fleirmentanina í býnum.
Leygardagin skipar Klaksvíkar kommuna fyri einum altjóða mentanardegi. David Im, sum er verkætlanarleiðari í Klaksvíkar kommunu, fer tá at leggja fram nýggja integratiónspolitikkin hjá Klaksvíkar kommunu og almannakunngera kanningarúrslit síni um tilflytararnar í Klaksvíkar kommunu og Føroyum.
David Im sigur, at kanningarnar vísa, at í Klaksvík búgva ikki færri enn 121 útlendingar úr 35 ymiskum londum. Flestu teirra eru úr Filipsoyggjunum, síðani Íslandi, Pólandi og Teilandi.
Umframt at David Im fer at almannakunngera nýggja integratiónspolitikkin, fara Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík og Johan Dahl, landsstýrismaður, at halda røðu. Eisini fara Erika Anne Hayfield, professari, og Erik Nielsen, tilfluttur klaksvíkingur at siga nøkur orð.
Høvi verður eisini at smakka mat úr hesum ymisku londunum, umframt at tilflytararnir fara at vísa fram ymiskar lutir og annað úr heimlandi sínum.
Tiltakið verður leygardagin klokkan 10 til 14.30 í skúlanum við Ósanna í Klaksvík.









