Tvær játtanir eru júst latnar úr Sjúkrakassagrunninum til tiltøk á heilsuøkinum.
Talan er um pening úr avtiknu sjúkrakassunum kring landi, sum Granskingarráðið hevur fingið ábyrgdina at umita og útluta til heilsufremjandi tiltøk og verkætlanir.
Fyrradagin varð greitt, at Autismufelagið og Føroyafelagið fyri Bøn/Ung við Føroyasjúkuni fingu játtaðan stuðul úr Sjúkrakassagrunninum.
Autismufelagið hevur fingið játtað kr. 80.000 til Autismuráðstevnuna 2015, sum verður í Norðurlandahúsinum 17. og 18. september 2015, og Føroyafelagið fyri Børn/Ung við Føroyasjúkuni hevur fingið játtað kr. 41.460 til EPI-374 seminar fyri børn við Føroyasjúkuni og avvarðandi teirra.
Báar játtanirnar eru latnar av høvuðsøki 1, sum er eitt av trimum undirøkjum í Sjúkrakassagrunninum, ið ikki hevur nakra ítøkiliga umsóknarfreist, men verður latið so hvørt umsóknirnar koma inn.
Á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum verður sagt, at føroysk áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk innan heilsuøkið í Føroyum.