Brennistøðin í Havn avskipaði góð 1200 tons av jarni til endurnýtslu í Englandi síðsta miku- og hósdag,
Skipanin við jarni er soleiðis, at privatborgarar og akfør undir 3500 kg skulu koyra jarnburturkast í bingjur á Endurnýtsluni. Jarnplássið á Hjalla tekur ímóti akførum yvir 3500 kg. Bilvrak skulu altíð latast inn á jarnplássið - bæði vinnulig bilvrak og privat bilvrak.
Skrottjarnið skal vigast á vektini hjá Endurnýtlsuni við innkoyringina til rusksiloina. Minni nøgdir (upp til 200 kg) kunnu vigast á plattavekt. Skrottið verður vigað á veg inn áðrenn avskiping og á veg út aftan á avskiping.
Jarnburturkastið frá vinnuni verður latið inn á jarnplássið, t.d. stórir jarnlutir, so sum bingjur, gravimaskinur og flakalinjur. Eisini verður tikið ímóti bingjum við blandaðum jarnburturkasti so sum billutum og øðrum slíkum.
Endurnýtslan letur pening fyri gamalt jarn og onnur sløg av metallum, t.d. kopar og aluminium. Skrottjarn skal viga í minsta lagi 200 kg til tess, at peningur verður latin fyri tað. Tó kann aluminium og kopar viga minni. Hetta verður vigað á plattvekt. Fyri at skrottið kann bólkast í ávísan vørubólk, skal tað vera sama slag. Eru fleiri sløg blandað saman (t.d. jarn og aluminium), verður alt skrottið bólkað í bólkin við minsta gjaldinum.