Tað er ein serligur á Fiskamarknaði Føroyar á Toftum í dag, nú fyrsta umfarið av uppboðssølu av rættindum til at veiða botnfisk í Barentshavinum verða sett til sølu seinni í dag.
Tað verður klokkan 15, at keyparar fáa møguleikan at bjóða upp á 1200 tons av botnfiski í tí russiska partinum av Barentshavinum.
Hetta er fyrsta uppboðssølan av veiðirættindum eftir, at samgongan hevur avgjørt at selja part av teimum á royndaruppboðssølu. Ætlanin er millum annað at fáa til vega royndir, ið arbeiðsbólkurin, ið skal gera uppskot til eina nýggja fiskivinnuskipan, kann nýta í sínum arbeiði.