Tað er ikki eitt felag uttan málsetningar, sum Tryggingarfelagið Føroya hevur sett á stovn. Mortan Poulsen, stjóri í “Betri pensjón”, gjørdi á tíðindafundinum í morgun greitt, at málið fyrsta árið er at fáa 1200 kundar og ein umsetning upp á 25 milliónir krónur. Hetta metir hann vera ein realistiskan málsetning.
Um tíggju ár er ætlanin so, at “Betri pensjón” skal hava ein triðing av marknaðinum undir sær.
Alsamt fleiri eldri fólk
Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, vísti á, at tørvur er á kapping á økinum. Hann segði, at tølini tala fyri seg, har talið av eldri fólkum bara økist, meðan talið á arbeiðandi fólkinum er fallandi.
Hann vísti til eina meting av demografisku gongdini, sum Fíggjarmálaráðið hevur gjørt, har talið av arbeiðsførum fólki fyri hvønn pensjónist í 2050 verður 1,9 í mun til tey 4,1 fólkini í arbeiði, sum í dag eru fyri hvønn pensjónist.
Hetta fekk Gunnar í Liða at staðfesta, at vit ikki kunnu líta á fólkapensjónina sum trygd fyri góðum livistøði, um metingin hjá Fíggjarmálaráðnum av demografisku gongdin heldur.
Somuleiðis vísti Gunnar í Liða til nøkur onnur tøl frá Fíggjarmálaráðnum, um eftirlønaruppsparingar í Danmark og Ísland, har Føroyar vóru langt aftanfyri.
Í 2005 var eftirlønaruppsparingin fyri hvønn íbúgva í Føroyum 92.708 krónur, meðan talið í Danmark var 397.051 krónur per íbúgva og í Íslandi 337.400 per íbúgva.
Hetta merkir í stuttum, at á hesum økinum eru Føroyar eftirbátur í allar hægstu grad.
– Tað hava vit sæð, og tí stovna vit hetta felagið, segði Gunnar í Liða, áðrenn hann gav orðið til Mortan Poulsen, stjóra í “Betri pensjón”.