1200 fara at minnast Onnu Lindh

Fleiri útlendskir politikarar og ríkisleiðarar fara at minn-ast myrda svenska uttanríkisráðharran á einum minningarhaldi í morgin

Í morgin savnast umleið 1200 politiskir vinir og stravsfelagar hjá Onnu Lindh í tí bláa salinum á ráðhúsinum í Stockholm at minnast kvinnuna, sum sambært Gøran Persson, forsætisráðharra var tað svenska andlitið móti umheiminum.
Svenska stjórnin og Ríkisdagurin verða sum vera man væl umboðað á minningarhaldinum, men harumframt koma uttanríkisráðharrar og ríkisleiðarar úr nógvum londum til Stockholm í morgin.
Millum gestirnar verður amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell. Hann hevur lýst Onnu Lindh sum eina sera ágrýtna kvinnu, sum setti sín dám á altjóða diplomatiið og á sambandið tvørtur um Atlantshavið.