Meira enn 1200 færri løntakarar vóru í 2009 enn í 2008.
Í november 2009 vóru 24.344 løntakarar og er hetta 1.215 færri enn í november 2008. Minkingin svarar til 4,8 prosent.
Tað upplýsir Hagstova Føroya.
Í november verður mett at flestu løntakarar eru í vanligum varandi størvum og órógv frá frítíð og líknandi er sum minst. Tí verða november tølini nýtt til at siga frá støðuni í árinum.
Í meira enn eitt ár hevur verði støðug afturgongd av løntakarum, samanborið við sama mánað árið fyri. Afturgongdin hevur verið størst í fiski- og byggivinnuni. Innan almenna fyrisiting og tænastu annars hevur gongdin tó verið øvugt, men nú eru eisini færri løntakarar innan hesa vinnugrein. Afturgongdin er tó lítil, einans 0,5 prosent.
Størsta afturgongdin er í byggivinnuni, har tað nú eru 488 færri løntakarar, minkingin svarar til 12,7 prosent í mun til 2008.
Í 2009 vóru færri løntakarar í øllum sýslum. Størst var minkingin í Sandoyar- og Norðoya sýslu har tað í november vóru yvir 9 prosent færri løntakarar. Í Suðuroyar- og Eysturoyar sýslu var minkingin nakað minni, eini 6 prosent. Minsta minking var í Vága- og Streymoyar sýslu har minkingin var smá 3 prosent.