120 studentar skálaðu á bryggjarínum

Fríggjadagurin 12. apríl var almennur skulkidagur hjá 3. s í Hoydølum. Hetta er ein traditión, sum gongur fleiri ár aftur í tíðina, og hesuferð valdu tey at byrja dagin á einum av bryggjaríunum í Havn

Skulkidagur: Lagið var gott, tá teir 120 næmingarnar trinu inn á gátt á bryggjarínum í Havn. Teir vóru allir í góðum lag, og lagt varð beinanvegin í vaðið. Borðreitt var við bæði øl og sodavatn, og tónleikurin rungaði eftir í hátalarunum.
? Vit byrjaðu uppi í Hoydølum. Ætlanin var, at vit skuldu hava tímar, men ístaðin sótu vit bara uttanfyri og hugnaðu okkum, greiða næmingarnir frá.
? Nú eru vit komin her fyri at drekka eitt sindur av øl, og so fara vit niðan á Mjólkavirkið at vitja eisini. Klokkan 12 gongur leiðin norðeftir. Í Kollafirði hevur onkur lovað at leypa á blámann, og síðani fara vit inn á Studentaskúlan á Kamsdali.
3. s´ararnir í Hoydølum hava leigað sær Kaggan frá klokkan 18 til 21, og síðani verða ball runt í býnum heima hjá teimum ymsu næmingunum. Á midnátt høvdu tey fingið lovað ókeypis atgongd til Platform, so eftir øllum at døma skuldi haldast á til tann ljósa morgun. Hýrurin var uttan iva í topp, so tað átti ikki at verið nakar trupulleiki.