Í morgin er 120 ára føðingardagur á Tvøroyri. TB varð stovnað 12. mai 1892 og er elsta fótbóltsfelagið í landinum. Føðingardagurin verður hildin í morgin, tá ið B68 vitjar á nýggja vøllinum við Stórá.
Eftir vónbrotið á heimavølli ímóti KÍ, sum vann 2-0, seta toftamenn nøsina eftir sigri í Trongisvági. Teir fara suður í kvøld at fyrireika seg, og um tað eydnast teimum at vinna, so skriva teir søgu sum fyrsta felagið, ið vinnur á TB á nýggja vøllinum.
Liðformaðurin og miðvallargeneralurin Jann Ingi Petersen var uttanfyri ímóti KÍ. Nú er hann tøkur aftur. Tað er eisini møguleiki fyri, at Emanuel Ukpai verður við. Álopsspælarin hevur verið skaddur alt hetta kappingarárið.
TB úrtøkan tvær tær seinastu ferðirnar er fýra stig, og fótbóltslagið er gott á Tvøroyri. Tað er kapping um plássini á liðnum.
Tað eru tíggju ár síðani, at TB og B68 hittust í landskappingardysti í bestu deildini. Fyri júst tíggju árum síðani – 9. mai 2002 ella tá ið TB fylti 110 ár – vann B68 4-1 á Sevmýri. Seinni á árinum var úrslitið 0-0 á Svangaskarði.
TB - ÍF: Lars Múller
leygardagin klokkan 15.00