120.000 mótmæla í Moskva

Meiri enn 120.000 fólk hava í dag tikið lut í mótmælistiltøkum ímóti landsins stýri, sum tey leggja undir at hava skipað fyri umfatandi valsviki á tjóðartingsvalinum, sum var fyri trimum vikum síðani. Tey, sum skipa fyri mótmælunum, siga, at næstu ferð fara ein millión fólk at taka lut.

-Vit vilja hava eitt Russland uttan Putin, róptu mótmælisfólk og kravdu, at valið verður ógildað, og at nýtt val verður dagfest.

Eygleiðarar í Moskva siga, at tann stóra luttøkan á mótmælinum í Moskva í dag kann styrkja ta politisku andstøðuna, men at hon kann eisini gera gjáirnar í tí russiska samfelagnum breiðari.