HB-NSÍ (1-0)
Dómari: Petur Reinert
1-0: Bjarni Jørgensen 13.
Sending inn um verjuna, Bjarni sneiðir framvið málverjanum og leggur bóltin í málið.
HB hevur yvirvág í leiki.
Hálvleikur. HB hevur havt yvirvág ímóti ikki serliga væl upplagdum NSÍ, sum serliga á sentrala miðvøllinum ikki megnar at temja væl uppløgdu heimamonnunum.
60. 2-0. Rógvi Poulsen verður í vinstru spældur leysur innanfyri verjuna, og bólturin verður sendur framvið Meinhardi Joensen.
NSÍ hevur millum lítið og einki at bjóða uppá. HB er leikliga omaná, uttan at oddaliðið hevur víst sama avrik, sum HB hevur gjørt fleiri ferðir seinastu dagarnar.
3-0: Andrew av Fløtum 73. Væl upplagdi Bjarni Jørgensen sneiðir framvið tveimum í vinstru, leggur út frá til Andrew av Fløtum, sum smekkar til í málið.
3-1: Hjalgrím Elttør 77. Hjalgrím verður spældur leysur fram eftir miðásinum og lyftir bóltin upp um Símun Rógva Hansen, ið kennur seg noyddan at leypa út úr málinum.
3-2: Hjalgrím Elttør 85.
Spenningur kemur í, tá ið Hjalgrím Elttør dregur og sneiðir seg leysan og leggur bóltin í málið aftanfyri Símun Rógva Hansen.
4-2: Andrew av Fløtum 87.
Eftir langa sending fram í vinstru roynir Andrew av Fløtum, og bólturin fer framvið Meinhardi Joensen, hóast talan er um roynd úr rættuliga spískum.
Tað kennist sum um, at hetta var avgerðin.
5-2: Andrew av Fløtum 94.
NSÍ verjan er tunn, og tá ið Andrew av Fløtum fær bóltin eftir langa sending, sneiðir hann verjuspælara av sær og smekkar bóltin í málið!
HB: Símun Rógvi Hansen - Pætur Jørgensen, Hans á Lag, Rasmus Nolsøe, Mortan úr Hørg (Poul Thomas Dam, 88.) - Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen - Páll Mohr Joensen (Milan Kuljic, 67.), Andrew av Fløtum, Bjarni Jørgensen (Jóhan E. R. Mouritsen, 80.)
NSÍ: Meinhard Joensen - Jens Joensen, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen - Jústinus R. Hansen (Øssur Dalbúð, 80.), Høgni Madsen (Klæmint A. Olsen, 65.), Bogi Løkin, Jan Ingi Petersen, Hjalgrím Elttør - Karoly Potemkin
ÍF-AB 3-0 (0-0)
Hálvleikur 0-0
1-0: Bartal Eliasen 66.
Dánjal á Lakjuni leggur út frá úr vinstru, og Bartal Eliasen stútar í málið.
2-0: Andy Olsen 89.
Johan Ellingsgaard leggur inn um verjuna úr vinstru, og Andy Olsen smekkar bóltin upp undir nettakið.
3-0: Vincent Jacobsen 92.
Eftir langa sending spælir Bartal Eliasen Vincent leysan, og hann er tryggur, tá ið hann er einsamallur ímóti Tórði Thomsen.
Liðugt!
KÍ-B36 2-2 (1-1)
Jákup Mikkelsen - Stefan Kalsø, Jógvan Isaksen, Jan Andreasen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen - Ivan Joensen, Erland B. Danielsen, Allan Joensen (Oddmar á Lakjuni, 63.), Eli Simonsen - Kristoffur Jakobsen - Leon Bjartalíð (Adrian Stauss Joensen, 70.)
Gult kort: Allan Joensen
B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen - Johan Ellingsgaard, Pól Erni Jacobsen, Herbert í Lon Jacobsen, Magnus Olsen - Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Hanus Thorleifsson (Asbjørn V. Gunnarsson, 46.) - Brima Koroma, Høgni Eysturoy (Bogi Hermansen, 66.), Bergur Midjord
Gult kort: Brima Koroma, Hanus Thorleifsson
0-1: Brima Koroma stút í 3. minutti eftir hornasparksinnlegg úr høgru frá Magnusi Poulsen.
1-1: Ivan Joensen í 23. minutti. Eftir innkast tykist Herbert í Lon Jacobsen at hava tak á, men Kristoffur Jakobsen fer avstað í høgru, leggur upp á tvørs, og í tveimum umførum fær Ivan Joensen bóltin í málið.
Í 26. min. stórbjargar Jákup Mikkkelsen eftir langskot frá Klæminti Matras.
B36 legði nógv bragdligari fyri, men sum hálvleikurin leið kom KÍ meiri við í spælið.
Hálvleikur: 1-1!
1-2: Róaldur Jacobsen 64.
Fluktari eftir hornasparksinnlegg úr høgru frá Magnusi Olsen.
2-2: Jógvan Isaksen. Miðverjin stútar undir handaru samankoming, eftir at horna kom innfyri úr høgru.
Tað er rættuliga lívligt í Klaksvík.
Liðugt!
07 Vestur-Víkingur 0-0
15. min 0-0
Hálvleikur: 0-0
Liðugt!
B68-EB/Streymur 3-2 (3-2) kl. 19.30
Dómari: Eiler Rasmussen
B68: Vlada Filipovic - Poul N. Poulsen, Pól Jóhannes Justinussen, Jóhan Dávur Højgaard, Niklas Joensen
- Óli Olsen (Debus Danielsen, 60.), Ndende, Nenad Stankovic, Dánjal Pauli Højgaard - Keita (Jonleif Højgaard, 87.), Jóan Símun Edmundsson (Andrá Olsen, 90.)
EB/Streymur: Gunnar á Steig - Levi Hanssen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Santos - Gudmund Nielsen, Pætur Dam Jacobsen, Sorin Anghel (Brian Olsen, 46.) -
Arnbjørn Hansen, Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Marni Djurhuus
0-1: Egil á Bø 5.
EB/Streymur hevur horna, og eftir eitt sindur av aftur og fram prikar Egil á Bø bóltin í málið aftanfyri Vlada Filipovic.
1-1: Keita 15.
Eftir innlegg frá Poul N. Poulsen úr høgru, stýrir Keita bóltin í málið aftan fyri Gunnar á Steig.
27. minutti: Brotsspark til EB/Streym eftir at Sorin Anghel varð feldur
28.: Santos skorar upp á brotsspark
Eftir lítlari løtu stutt undan steðginum hevur B68 skorað tvær ferðir, og harvið er 3-2 til heimaliðið. Ndende skoraði til 2-2, og við fínum langskoti legði Jóan Símun Edmundsson B68 framum.
80: Støðan er framvegis 3-2 til B68. Heimaliðið hevur verið omaná tað mesta av 2. hálvleiki.
EB/Streymur royndi at trýsta síðstu løtuna, men tað eydnaðist ikki at skjóta mál.