12 tingfólk møta á hvørjum fundi

Hóast meg­in­part­ur­in av ting­fólk­u­num stóðu á list­a­num yvir tey, sum ikki hava møtt á hvørjum fundi, so eru tað tó fleiri tingfólk, ið møta væl upp – so væl, at tey eru til arbeiðis á hvørj­um fundi

Annan jóladag kunngjørdi in.fo listan við teimum 23 ting­­fólk­u­num, sum ikki hava møtt á hvørjum fundi.
Tann, ið hevði verið oftast burt­ur, var Bárður Nielsen úr Sam­bandsflokkinum, sum hevði verið burtur frá sjey ting­fund­um, svarandi til eitt frá­veru­prosent upp á 16,3.
Næst­ur var Bjarni Djur­holm, sum hevði verið burt­ur frá fimm fundum, seins og Poul Michelsen. Teirra fráveruprosent var 11,6.
Poul Michelsen segði við Rás2 í síðstu viku, at hann var misnøgdur við mátan, sum tingið førir protokoll upp­á. Hann hevði verið burt­ur ein ávísan dag. Tá vóru hildnir tríggir ting­fund­ir, og tað helt hann vera órímuligt.
Men tey, sum hava møtt til all­ar teir 43 fundirnar, eru hesi.
Listin er í bók­stav­a­røð:


1. Aksel V. Johannesen
2. Alfred Olsen
3. Bill Justinussen
4. Eivin Jacobsen
5. Gunvør Balle
6. Helgi Abrahamsen
7. Høgni Karsten Hoydal
8. Kári Páll Højgaard
9. Kristina Háfoss
10. Páll á Reynatúgvu
11. Rósa Samuelsen
12. Sirið Stenberg