12 tilburðir við koronu í gjár

Í gjár vóru 12 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum.

 

1280 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Nú eru 119 smittað í Føroyum, ein persónur er innlagdur. 383 fólk eru í sóttarhaldi. Tilsamans hava 1280 verið smittð, 1159 er vorðin frísk aftur.