Aftur í ár verður skipað fyri jólahaldi í KFUK í Havn, har fólk, sum ikki hava skyldfólk ella vinfólk at halda jól saman við, hava eina løtu saman. Higartil hava tólv fólk teknað seg til at halda jólaaftan í KFUK í Havn.
Hetta eru fólk, sum ikki hava skyldfólk ella vinfólk at halda jól saman við. Freistin at tekna seg er úti hin 21. desember, og tað er týsdagin komandi.
Í fjør vóru eisini eini 12 fólk til jólahald í KFUK.
Tá vóru fleiri fólk og hjálptu til. Hetta vóru fólk, sum fegin vildu rætta eina hjálpandi hond.