Hvussu síggja tey elstu fólkini í Føroyum út? Við hesum forvitnisliga spurninginum í viðførinum ferðaðist Anna K. Højgaard, fotografur, um ársskiftið 2004/2005 kring landið og avmyndaði tey elstu fólkini í Føroyum.
Tey gomlu eru ein rættiliga ósjónligur partur av okkara samfelag. Tú sært tey
ikki á gøtuni longur, kanska tí at heilsan er farin at bila og beinini viknað.
Kortini eru tey framvegis ein livandi og gevandi partur av okkara gerandisdegi,
um tey so framvegis búgva heima hjá sær sjálvum, á stovni, ella hjá eftirkomarum.
Í einum samfelag, har ungdómsmentanin er í hásæti, hevur fotografurin vent
linsuni móti teimum elstu borgarunum í landinum. Foyrutu andlitini
og talandi eygnabørgdini siga frá stórum og smáum hendingum og sorg og
gleði eftir eitt langt, langt lív.
Tey 12 fólkini í kalendaranum vóru millum 98 og 103 ár, tá myndirnar
vórðu tiknar. Sambært Landsfólkayvirlitinum vóru tey millum tey elstu í
Føroyum um hetta mundið.
Føroyski Fólkakalendarin kostar 100 kr. og fæst til keyps í bókabúðum og
øðrum handlum kring landið.