Í apríl koma írsku tenorarnir, The Twelve Irish Tenors til Føroyar Tenorarnir hava ferðast kring allan knøttin í gott og væl 2 ár, og hava vakt stóran ans við einari langari røð av framúrskarandi konsertum.
Á virðisløntu framførsluni syngja tenornarnir fleiri av allarbestu sangunum úr 20. øld.
Nakrir av sangunum, sum verða framførdir, eru ?Danny Boy?, ?La donna é mobile?, ?Nessun Dorma?, ?We Are The Champions?, ?The Rose?, ?Bridge Over Troubled Water?, ?Hey Jude?, ?Yesterday? , ?Fever?, ?That?s Life?, ?New York, New York?, Thank You For The Music? og nógvir aðrir.
Konsertin verður í Norðurlandahúsinum 1. apríl 2008, og er eisini partur av 25 ára hátíðarhaldinum hjá Norðurlandahúsinum.