Í nýggju bókini »AUTO - altíð til tænastu« er eitt kapittul um hesa skriving í bløðunum. Í einum lesarabrævi í Dagblaðnum 23. februar 1945, sum er undirskrivað »Fleiri ferðafólk«, verður sagt frá einum túri úr Vágum til Havnar, ið tók 12 tímar. Hetta lesarabrævið vísir, hvussu ringar umstøðurnar vóru hjá teimum sum ferðaðust millum bygdir í Føroyum.
Ferðasambandið úr Vágum til Havnar
»Ferðasambandið úr Vágum til Havnar verður hildið at vera gott, men ikki er altíð so.
Sum kunnugt verður mánadag siglt av Fútakletti til Vestmanna og harfrá við bili til Kollafjaðrar. Seinasta mánadag vóru um 8 ferðafólk við, harímillum eitt barn sum skuldi á sjúkrahúsið.
Barnið mátti liggja eftir í Kollafirði. Hetta var orsakað av tí, at bert ein bilur, tann hjá Carl A. Jensen, kom til Vestmanna, hann kundi ikki taka alt fólkið. At enda fekst so afturat ein opin lastbilur úr Vestmanna, tá hann kom til Kollafirðar, var rutubáturin »Streymur« farin. Av tí at fleiri av ferðafólkunum avgjørt skuldu vera í Havn tann dagin, varð hildið á fjøllini - til gongu eftir oynni, sum fyri 100 árum síðan, bert tann munur, at nú eru fólk hvørki klødd ella skødd at fara eftir oyggj. Til alla lukku settist maðurin við tí sjúka barninum eftir á Oyrareingjum, tí stormurin var so nógvur, at ein mátti leggjast til tíðir, fyri ikki at fúka um koll.
Vit halda nú, at teir, sum geva seg av við at flyta ferðafólk ímillum bygdir, bæði á sjógvi og landi, áttu at kent á sær eina ábyrgd at halda ferðirnar regluligar.
Lítið nyttar tað at sigla til Vestmanna av Fútakletti um ikki fólk sleppur vegin fram. Nei, lat okkum tá heldur sleppa á land á sunnaru gjógv. Henda ferðin úr Vágum til Havnar tók okkum 12 tímar, og tey, ið við vóru, vilja leingi minnast hesa vána ferð og ásanna, at lítið verður gjørt fyri ferðafólk í Føroyum.
Undirskrivað: »Fleiri ferðafólk«








