12 stilla upp fyri Fólkaflokkin í Havn

Borgarstjóraflokkurin í Havn er nú liðugur við listan stillar upp við 12 valevninum, hóast tað kunnu vera 17 á listanum.

Báðir býráðslimirnir stilla uppaftur, Bogi Andreasen og Annika Olsen, borgarstjóri. Eisini Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri og býráðslimur í Havn í 28 ár, stillar uppaftur. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur tað ikki eydnast honum at vinna sæti í Tórshavnar býráð.

Tey sum umboða Fólkaflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu eru hesi:

1.     Annika Olsen, borgarstjóri, Tórshavn

2.     Birgir Nielsen, vinnulívsmaður, Tórshavn

3.     Bogi Andreasen, býráðslimur, Tórshavn

4.     Dánial Hansen, fiskasølumaður, Hoyvík

5.     Erling Mørkøre, lesandi, Tórshavn

6.     Hans Martin Hansen, keypmaður, Nólsoy

7.     Jan Christiansen, skúlastjóri, Hoyvík

8.     Kristian M. Skála, vinnulívsmaður, Argir

9.     Michel Nielsen, sjálvstøðug vinnurekandi, Tórshavn

10.  Oddbjørg Højgaard, vinnulívskvinna, Tórshavn

11.  Rói B. Poulsen, sølustjóri, Tórshavn

12.  Rói Snorrason, søluleiðari, Hoyvík