12 sekund ið skakaðu talvheimin

Talvviðmerkjarar hava ikki hildið frí, síðani talvið í gjár var liðugt. Í gjár varð nevniliga talvsøga skrivað.

 

Í dag er frídagur í Sotsji í Ruslandi, har norski heimsmeistarin Magnus Carlsen og indiski avbjóðarin Vishy Anand dystast um HM heitið. Men talvviðmerkjarar hava ikki hildið frí, síðani talvið í gjár var liðugt. Í gjár varð nevniliga talvsøga skrivað.

 

Eftir 25 leikir í gjár hevði Carlsen, við hvíta fólkinum, fingið greiðan fyrimun. Men í 26. leiki gjørdi heimsmeisarin ein óvanliga stóran feil, og Anand hevði nú møguleikan at venda talvinum við einum einføldum riddaraleiki og harvið fáa vinnandi fyrimun. Men fimmfaldi fyrrverandi heimsmeistarin sá ikki møguleikan. Hann flutti a-finnuna í staðin fyri riddaran, og so telvaði Carlsen sigurin trygt heim. Men kroppsmálið hjá báðum telvarunum vísti greitt, at báðir høvdu sæð møguleikan aftaná. Men hvussu ber tað til, at telvarar, ið kunnu rokna fløktar variantar 10-15 leikir fram, ikki síggja ein tvungnan variant tríggjar leikir fram? Tað er spurningurin, ið talvkøn royna at svara í dag.

 

Sterkasti amerikanski telvarin Nakamura, nr 9 á heimsstyrkilistanum, fylgdi í gjár við talvinum á sjónvarpsskíggja. Tá hann sá feilirnar trúði hann, at tekniskt brek var við sjónvarpssendingini.

 

Fyrrveradi russiski heimsmeistarin Vladimir Kramnik segði, at Carlsen slapp við skelkinum og er komin yvir feilin – hann vann kortini talvið. Men sálarliga er feilurin mest tyngjandi fyri Anand og fer óivað at níva hann restina av dystinum.

 

At sterkir telvarar gera feilir er einki nýtt, heldur ikki í HM høpi. Størsti feiluri í einum HM talvi er framvegis frá 1892 í Havanna, tá avbjóðarin Chigorin í 23. talvinum hevði niðurspælt heimsmeistaran Wilhelm Steinitz. Hevði Chigorin vunnið talvið, hevði staðið á jøvnum í dystinum. Men Chigorin gjørdi sín víðagitna feil og varð settur skák og mát uppá tveir leikir. Harvið varð bæði talv og HM-dystur avgjørdur.

 

Sterkasti kvinnnuligi telvarin í heiminum, Susan Polgar, stjórnar mest vitjaða talvbloggin í heiminum. Hon sigur, at tað søguliga við tilburðinum í gjár var dupultfeilurin. Hetta er størsta gávan í einum HM talvi, sum mótstøðumaðurin ikki hevur takkað fyri og tikið av. Tá Carlsen hevði gjørt feilin, flutti Anand sína a-finnu,  eftir at hava hugsað seg um í einans 12 sekund. At Anand flutti so skjótt, er ein partur av orsøkini til,  at hann ikki varnaðist møguleikan. Á tíðindafundi aftaná talvið segði Anand, at í einum HM-talvi, væntar ein ikki at fáa nakað fyri einki, og tí sær ein ikki møguleikan.

 

Talvið í gjár er óivað góð reklama fyri telving. Vanligi amatørtelvarin sær, at sjálvt teir bestu kunnu gera stórar feilir. Í morgin kl 12 føroyska tíð byrjar 7. talvið í HM dystinum. Carlsen, ið nú er á odda 3½-2½, telvar við hvíta fólkinum.