Tey trý frystilínuskipini, Klakkur, Eivind og Kambur, sum loystu næst seinasta sunnukvøld og stevndu yvir á Flemish Kap, koma at hava eina drúgva ferð um hav.
Í dag eru 10 dagar, síðan skipini loystu, men enn vantar teimum nøkur samdøgur, áðrenn fyrsta setan fer í sjógvin.
Hetta er ring ársins tíð til veður, og skip og manningar hava havt vindin ímóti at kalla á allari ferðini og hava rent seg í fleiri djúp lágtrýst.
Um seinasti teinurin gongur so nøkulunda, verða skipini væntandi á fiskileið á Flemish Kap í fyrsta lagi fríggjadagin.
Gjáramorgunin, tá tað frættist frá Klakki, høvdu teir hampiligt veður, men tað gekk seint vestureftir, tí teir framhaldandi høvdu mótvind.
Umframt tey trý frystilínuskipini, sum øll fóru avstað um somu tíð, fór eisini ísfiskalínuskipið Váðasteinur avstað seinasta leygarkvøld.
Tá reiðarin á Váðasteini, Niclas Davidsen, hevði samband við skipið gjáramorgunin, var vindurin umleið 20-25 m/sek.
Væntandi kemur Váðasteinur heim við lastini, tá teir - um alt gongur væl - hava fingið upp í skipið.
Hinvegin er ikki greitt, hvussu frystilínuskipini fara at gera - um tey koma heim, tá tey hava fingið uppí, ella um tey leggja frysta fiskin upp har yviri og senda hann heim í frystubingjum.
Óhugsandi er ikki, at frystilínuskipini fara at landa har yviri, senda fiskin heim og soleiðis spara tíð í sigling.
Illveðursmyndin, sum er viðheft greinini, er løgd út á facebook av skiparanum á Klakki, Líggjasi Johannesen.