12 søgur um kærleika

12 søgur um at finna, merkja, fáa, geva, líta á, missa, varðveita, tora, trúgva upp á og ynskja kærleika.

 

17. februar hevur Soli Deo Gloria eftir Peter Asmussen frumsýning á Tjóðpallinum. Soli Deo Gloria er ein kaleidoskopiskur leikur um okkum menniskju í støðum har tørvurin á kærleika er størstur og evnini at elska eru minst. Ein leikur um at vera á lívi og at vera í lívinum.

 

Peter Asmussen (1957-2016) var danskur rithøvundur, dramatikari og leikritahøvundur. Hann vann tvær ferðir Reumert virðislønina sum ársins dramatikari, fyrru ferð í 2010 fyri INGEN MØDER NOGEN og seinnu ferðina í 2016 fyri Soli Deo Gloria. Peter Asmussen skrivaði harumframt m.a. filmshandritið til Breaking the Waves saman við Lars von Trier í 1996.

 

Peter Asmussen skrivar beinrakið og uttan stórvegis undirtekst og hann letur leiklutirnar siga tingini bart út. Í grundgevingini fyri at lata Peter Asmussen Reumert prísin fyri Soli Deo Gloria segði dómsnevndin m.a:

 

- Í Soli Deo Gloria vísir Peter Asmussen ein einastandandi málsligan og dramaturgiskan neyvleika, sum setir hann í heimsflokk saman við Strindberg, Bergman og Norén. Við eini beinhart skamtaðari frásøgn lýsir Asmussen stuttar leikmyndir, sum í spenninum millum søgulig tíðarskeið og geografisk støð upploysir frásøgurúmið til eitt ongamannaland - eitt dreymaspæl.

 

LEIKSTJÓRI: Christoffer Berdal (DK)

PALLMYND & LJÓSDESIGN: Turpin N. Djurhuus

LEIKRIT: Peter Asmussen

TÓNLEIKUR: Sakaris

LEIKARAR: Hans Tórgarð, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariasen og Allan Dalsgarð

TÝÐING: Hans Tórgarð

 

Leikstjórin Christoffer Berdal er føddur í 1967 og útbúgvin pallleikstjóri á Statens Teaterskole í1998. Hann hevur leikstjórnað fleiri enn 70 leikum á smáum og stórum pallum í og uttan fyri Danmark. Frá klassikarum til nýskrivaðan dramatikk og opera. Millum annað: Absolut Holberg, Erasmus Montanus og Den Stundesløse á Grønnegårdsteatret. Bygmester Solnes, Jeppe på Bjerget og Terror á Det Kongelige Teater. Mågen, Gergersen sagaen, Mesteren og Marguerite á Århus Teater. Pigen fra Vesten á Den kongelige opera. Stovugenturnar, leikbólkurin Tvazz (FO). Harumframt hevur hann undirvíst leikstjórum og sjónleikarum og arbeitt við sjónleiki viðpalestinskum og irakiskum flóttum í Danmark og Miðeystri.

 

Peter Asmussen er áður framførdur í Føroyum.

 

Í 2016 vitjaðu íslendsku Maria Ellingsen og Bjørn Ingi Hilmarsson við EINGIN MØTIR NØKRUM, og SOLI DEO GLORIA var sama árið framførdur sum Reading (upplestur) á norðurlendska festivalinum DAGARNIR 2016. Leikurin ONGIN MØTIR NØKRUM var eisini framførdur á LeikREAD á Tjóðpallinum í 2013 við Anniku Johannessen og Páll Danielsen

 

Soli Deo Gloria - seinasta meistaraverkið hjá Peter Asmussen - hevur frumsýning á Tjóðpallinum leygardagin 17. februar

 

 

Myndir: ©Tjóðpallur Føroya | Heinesen myndir