12 rithøvundar á Reinsarínum

Millum klokkan 20 og 24 í kvøld fara heili 12 rithøvundar at lesa upp á Reinsarínum í Tórsgøtu Í fýra tímar í kvøld fara 12 føroysk skøld at lesa upp í Reinsarínum í Havn, har skipað verður fyri marathonupplestri.

Í sambandi við at bókmentatíðarritið Vencil Nr. 5/2008 kemur út, verður serliga lisið úr Vencili Nr. 1-5. Tó verður eisini pláss fyri upplestri úr øðrum útgávum, sum eru komnar seinnu árini.

Tiltakið er eisini partur av 100 ára hátíðarhaldinum hjá Tórshavnar Kommunu. Marathonupplesturin er startskotið til Bókadagarnar, sum halda fram í Rit & Rák í SMS og í Norðurlandahúsinum 5.- 7. desember.

Tey, ið lesa í Reinsarínum í Tórsgøtu eru: Carl Jóhan Jensen, Heðin M. Klein, Oddfríður Marni Rasmussen, Sigri Gaini, Kim Simonsen, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Katrin Reinert, Bárður Persson, Hanus Kamban, Agnar Artúvertin, Vónbjørt Vang og Bergur Rønne Moberg.

Kaffi fæst afturvið upplestrinum. Møguligt er eisini at ogna sær Vencil fimta, og ein serligan jólapakka við fýra teimum fyrstu Venclunum fyri serprís.

Samlaða skráin fyri bókadagarnar er at finna hHER!<a>