Ted Cruz er ein av 12 republikanskum senatorum, sum í gjár boðaðu frá, at teir fara at atkvøða ímóti, tá Kongressin mikudagin skal vátta valmansatkvøðurnar og harvið sigurin hjá Joe Biden á forsetavalinum.
Cruz og 10 av republikanskum starvsfeløgunum og komandi starvsfelagar í Senatinum skriva í brævi, at tey krevja ein »10-daga snar-grannskoðan« av atkvøðuuppteljingini í »umstríddum statum«.
Fyrr í vikuni varð republikanski senatorurin Josh Hawley tann fyrsti at boða frá, at hann fór at stríðast ímóti úrslitinum á forsetavalinum.
Teir tilsamans 12 repunblikanararnir fara at atkvøða fyri at avvísa valmonnum frá svingstatum, sum eru mest viðkomandi í pástandunum hjá Donald Trump forseta um, at umfatandi valsvik er farið fram.
Tað er ein pástandur, sum Trump ikki hevur lagt nøkur prógv fyri. Advokatar hansara hava mótmælt valinum við fleiri enn 60 dómstólum, men ikki fingið viðhald nakrastaðni – heldur ikki í Hægstarætti.
Harvið er atkvøðugreiðslan í Senatinum seinasti møguleiki at stríðast ímóti valúrslitinum.
Men tað verður mett av eygleiðarum meira sum ein symbolsk gerð. Roknað verður ikki við, at tað fær nakra ávirkan, ei heldur at tað fer at nerta við úrslitið av forsetavalinum.
Ted Cruz og starvsfelagar hansara krevja, at tað skjótast gjørligt verður sett ein nevnd at granska pástandirnar um valsvik.
Arbeiðið skal vera liðugt í góðari tíð fyri 20. januar, tá næsti forsetin skal takast i eið.
Ein slík grannskoðan »hevði á dramatiskan hátt styrkt trúnna hjá amerikanarunum upp á valframferð okkara og hevði í stóran mun strykt tilverugrundarlagið, hvør so enn verður næsti forseti okkara«, skriva teir.
Umframt Ted Cruz hava eitt nú Ron Johnson og John Kennedy – sum ikki er í familju við fyrrverandi forsetan við sama navni – skrivað undir. Tað sama hava fýra nývaldir senatorar, sum verða tiknir í eið í komandi viku.
Eingin av senatorunum, sum mótmæla valsigrinum hjá Joe Biden, hava mótmælt teirra egna valsigri. Teir er annars valdir sama dag, á sama atkvøðuseðli og við somu atkvøðumaskinum, skrivar CNN.
Tá Kongressin mikudagin hittist, er tað fyri at at telja og vátta atkvøðugreiðsluna hjá valmonnunum. Tað verður gjørt á einum felags fundi hjá Senatinum og Umboðsmannatinginum.
Valmenninir eru tann bólkurin, sum alment velur forsetan í USA.
Valmenninir úr øllum statum váttaðu 14. desember valsigurin hjá Joe Biden. Hann fekk 306 valmansatkvøður, meðan Trump fekk 232. Tað skulu 270 til fyri at verða valdur sum forseti í USA.
Republikanski meirilutaleiðarin í Senatinum, Mitch McConnel, hevur ynskt Biden og komandi varafosetanum, Kamalu Harris, tillukku við valsigrinum.
/ritzau/Reuters











