12 ára gamal sjálvmorðsbumbumaður

Tríggir palestyinskir dreingir, sum eru 12, 13 og 15 ára gamlir, vórðu tiknir, júst sum teir skuldu fremja eina sjálvmorðsatsókn í Ísrael. Palestinar eru skelkaðir av, at teir hernaðarligu bólkarnir senda børn á sjálvmorðsferð

Tann 12 ára gamli Jaffar Dababaat er sambært tíðindastovuni AP helst tann yngsti palestinin, sum hevur roynt at fremja eitt sjálvmorðsálop. Næstir í røðini eru tann 13 ára gamli Tarek Abu Mahsen og tann 15 ára gamli Ibrahim Suafta.
Teir tríggir dreingirnir eru ættaðir úr bygdini Tubas, og ísraelskir hermenn tóku teir, tá teir royndu at sníkja seg fram við einari vegabyrging. Sambært ísraelsmonnum høvdu dreingirnir heimagjørd vápn uppi á sær. Teir greiddu frá, at teir skuldu skjóta fólk í býnum Afula á Vestara Áarbakka. Dreingirnir eru í varðhaldi hjá ísraelsku myndugleikunum, sum ikki hava tikið støðu til, um teir skulu skuldsetast.
Áðrenn dreingirnir fóru frá húsum, høvdu teir lagt eitt bræv eftir seg. Har stóð, at teir høvdu gjørt av at fremja eitt sjálvmorðsálop fyri at mótmæla trygdarmúrinum, sum ísraelsmenn byggja á Vestara Áarbakka. Í brævinum stóð, at tann 13 ára gamli Tarek er limur í felagsskapinum Islamskt Jihad, og at hinir báðir eru limir í Al Aqsa deildunum.
? Doyggja vit sum pínslaváttar, skulu tit ikki syrgja okkum, stóð at enda í brævinum.
Sendir avstað
Foreldrini hjá tí 13 ára gamla Tarek eru í øðini um, at teir víðgongdu bólkarnir biðja dreingir fremja sjálvmorðsálop.
? Sonur mín dugir ikki at skriva eitt tílíkt bræv, og hann hevur ongantíð verið limur í nøkrum felagsskapi. Onkur tilkomin hevur skrivað hetta brævið fyri hann, sigur Amira Abu Mahsen, sum er mamma tann 13 ára gamla Tarek. Pápin, Mohammed Abu Mahsen, sigur við AP, at kann tað prógvast, at onkur sendi dreingirnar avstað, skal viðkomandi revsast.
Leiðslan í Al Aqsa deildunum hevur avsannað, at felagsskapurin hevur nakað við málið at gera.
Palestinski ráðharrin Saeb Erekat, sum eisini er samráðingarleiðari hjá palestinsku myndugleikunum, sigur við AP, at slíkt kann als ikki góðtakast.
? Okkara børn eiga at hava eina vón og eina framtíð. Tey eiga ikki at verða sjálvmorðsbumbumenn, men læknar og verkfrøðingar, sigur Saeb Erekat.
Síðani palestinski uppreisturin byrjaði fyri 41 mánaðum síðani hava 2.688 palestinar og 930 ísraelsmenn latið lív.